VEKS gekk til Moskva og aftur

13/12-2024

VEKS skipaði fyri gangi og rennikapping, eitt 5 viku skeið herfyri. Endamálið var bæði at samansjóða starvsfólkaliðið, og at virka sum fyrimynd fyri virkisætlanini hjá VEKS, har høvuðsdentur verður lagdur á rørslu og venjing, í breiðari merking.

Kappingin var væl móttikin av starvsfólkunum, og tey flestu tóku tiltakið til sín. Summi løgdu tó meira fyri enn onnur í sjálvari kappingini um kilometrarnar.

Samanlagt gingu starvsfólkini í hesum tíðarskeiðnum áleið tað, sum svarar til teinin úr Føroyum til Moskva.

Vinnari av kappingini gjørdist Ingibjørg Hansen, sum gekk 583,3 km í tær fimm vikurnar. Dagliga starvast Ingibjørg á Mørkini.

Nummar tvey gjørdist Astrid Hammer, við 508,9 kilometrum, og hon starvst dagliga á Grønanesi.

Nummar trý gjørdist Rannvá Kruse, við 486,1 kilometrum, og hon starvast á Mørkini.

Vinnararnir av kappingini fingu handað vinningarnar á jólaborðhaldinum hjá VEKS, sum var á Eiði í vikuskiftinum. Kappingin var væleydnað og verður endurtikin aftur í komandi ári.

 

(Mynd fv.: Ingibjørg Hansen, Birita B. Iversen og Tórgerð Jallgrímsdóttir)