VEKS flutt í nýggj høli
08/04-2025Skrivstovan hjá VEKS er hesa síðstu vikuna flutt í “nýggj” høli. Áður helt skrivstovan til á loftinum á kommunuskrivstovuni í Vestmanna, men av tí at Vestmanna kommuna hevur tørv á hølunum, hevur VEKS tað farna árið, leitað eftir hóskandi hølum til skrivstovuna hjá VEKS.
Samstarvssáttmálin millum Eiðis, Sunda, Kvívikar, og Vestmanna kommunur, staðsetur fyrisitingina hjá VEKS, at vera í Vestmanna.
Skrivstovan er nú á Bakkavegi 20 í Vestmanna, í gomlu sýsluskrivstovuni, sum tekur seg bæriliga út í bygdini. “Sýslan”, sum Vestmenningar kalla húsini, er gamal skrivstovubygningur í Vestmanna, og her hava sýslumenn áður havt bæði bústað og skrivstovu.
Húsini eru vakurt staðsett, eystanvert Gjógvará, sum her smýgur sær stillisliga oman í fjøruna, sunnanfyri gamla Fiskastykki í bygdini, sum nú kemur aftur til heiður og æru.