Fyribyrgjandi venjingarnar 2023/2024 - Vestmanna og Streymnes

18/08-2023

Nú byrja fyribyrgjandi venjingarnar fyri borgarar 67+ aftur.

Venjingarnar í vetur verða undir leiðslu av NB Fysioterapi, og verða á hesum støðum:

Streymnes:

Burn venjingarmiðstøðin við Margáir

Mánadag og hósdag, kl. 10:30 – 12:00

Byrjað verður mánadagin 21. aug. 2023

Tilmelding fer fram á staðnum.

Vestmanna:

Burn venjingarmiðstøðin í kappróðrarneystinum

Týsdag og fríggjadag, kl. 10:30 – 12:00

Byrjað verður týsdagin 23. aug. 2023

Tilmelding fer fram á staðnum.

Kostnaður og gjaldstreytir

Borgarin rindar til Burn Fitness:

  • kr.  199 pr. mánað (limagjald), um borgari teknar eina sjálvvirkandi gjalding.
  • kr.  249 pr. mánað, um borgari rindar við reiðum peningi.  
  • kr.  199 Stovningargjald (eingangsgjald)

Avtala um gjald verður gjørd í samband við fyrstu venjing.

Limir í Burn Fitness hava atgongd til venjingarhølini allar dagar í árinum, venjingarhølini eru opin.

Flutningur

Ætlanin er at skipa flutning til og frá venjing. Tekning til flutning skal gerast við at siga frá á telefon 424525, (og síðan trýsta á 1) og uppgeva navn og bústað.  Eisini kann fráboðan um flutning sendast til veks@veks.fo.