Ókeypis liðvenjing

19/08-2025

Summarsteðgurin er av, og vit fara í gongd aftur við VEKS venjingarnar.

Vit venja í ein lítlan tíma, har møguleiki er fyri at fáa frukt, vatn og eitt gott prát aftaná.

Venjingin er fyri fólk 65+ ár uttan gongutól, sum ynskja at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða løtu saman. Vit taka hædd fyri, at fólk hava ymiskar førleikar. Tú venur á tínum egna støði, men altíð saman við øðrum í einum hugnaligum felagsskapi. Tað ger venjingina bæði lættari og stuttligari.

Hví venja?

Endamálið við venjing er at varðveita góða heilsu, trivnað og virkisførleika, soleiðis at tú kanst gera tað tú vilt, sum longst; fara á flot, ganga túr og klára teg sjálvan.

Nær og hvar?

Byrjað verður í viku 35.

                                                    

VESTMANNA á Grønanesi

Mána- og mikudagar kl. 10.00

                                                    

EIÐI í hólmahúsinum

Mána- og hósdagar kl. 13.00

                                                    

KVÍVÍK í fimleikarhøllini

Mána- og mikudagar kl. 13.30

                                                    

 

Komið og roynið!

Tit røra tykkum, og skapa eina hugnaliga løtu, saman við javnlíkum.


Melda til á telefon 793276. Vit gleða okkum at síggja tykkum, og at hjálpa tykkum á leið við venjingini.