Søkt verður eftir heilsuhjálparum
17/09-2025Søkt verður eftir heilsuhjálparum til Heimatænatuna í VEKS, at seta skjótast til ber.
Talan er um spennandi og mennandi starv, har tú arbeiðir við røkt til borgarar við ymiskum ellisavbjóðingum og m.a. demenssjúku. Tú arbeiðir í toymi saman við øðrum heilsuhjálparum, heilsurøktarum, ófaklærdum, sjúkrarøktarfrøðingum og terapeutum.
Starvsbrøkur og arbeiðsstaður:
· 1 heilsuhjálpara til Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi, at arbeiða í skiftandi vaktum, annaðhvørt vikuskifti, bæði á Mørkini og úti í heimatænastuni, brøk 1,0 ella eftir nærri avtalu.
· 1 heilsuhjálpara til Korndalsbýlið á Eiði, at arbeiða í skiftandi vaktum, annaðhvørt vikuskifti, bæði á Korndalsbýlinum og úti í heimatænastuni, brøk 1,0 ella eftir nærri avtalu.
· 3 heilsuhjálparar til Heimið á Grønanesi í Vestmanna, at arbeiða í skiftandi vaktum, annaðhvørt vikuskifti, bæði á Heiminum á Grønanesi og úti í heimatænastuni, brøk 1,0 ella eftir avtalu.
Førleikar
Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:
· Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
· Viðkomandi útbúgving og góðkenning.
· Telduførleika á brúkarastøði.
· Koyrikort til persónbil.
Vit kunnu bjóða
· Fjølbroytt størv.
· Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
· Góða innleiðslu.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.
Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til:
ella
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 7. oktober 2025, kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:
– Biritu B. Iversen, deildarleiðara í Heimatænastan Mørkin, á tlf. 793251.
– Tórgerð Jallgrímsdóttir, deildarleiðara í Heimatænastan Korndalsbýlið, á tlf. 793234.
– Helfrid Poulsen, varðastjóra/virkandi leiðari í Heimatænastan Grønanes, á tlf. 793259.
Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.