Søkt verður eftir heilsuhjálparum

17/09-2025

Søkt verður eftir heilsuhjálparum til Heimatænatuna í VEKS, at seta skjótast til ber.

Talan er um spennandi og mennandi starv, har tú arbeiðir við røkt til borgarar við ymiskum ellisavbjóðingum og m.a. demenssjúku. Tú arbeiðir í toymi saman við øðrum heilsuhjálparum, heilsurøktarum, ófaklærdum, sjúkrarøktarfrøðingum og terapeutum.

 

Starvsbrøkur og arbeiðsstaður:

·      1 heilsuhjálpara til Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi, at arbeiða í skiftandi vaktum, annaðhvørt vikuskifti, bæði á Mørkini og úti í heimatænastuni, brøk 1,0 ella eftir nærri avtalu.

·      1 heilsuhjálpara til Korndalsbýlið á Eiði, at arbeiða í skiftandi vaktum, annaðhvørt vikuskifti, bæði á Korndalsbýlinum og úti í heimatænastuni, brøk 1,0 ella eftir nærri avtalu.

·      3 heilsuhjálparar til Heimið á Grønanesi í Vestmanna, at arbeiða í skiftandi vaktum, annaðhvørt vikuskifti, bæði á Heiminum á Grønanesi og úti í heimatænastuni, brøk 1,0 ella eftir avtalu.

 

Førleikar

Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

·       Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar,                  starvsfólkahóp og einstaka borgaran.

·       Viðkomandi útbúgving og góðkenning.

·       Telduførleika á brúkarastøði.

·       Koyrikort til persónbil.

 

Vit kunnu bjóða

·       Fjølbroytt størv.

·       Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.

·       Góða innleiðslu.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til:

veks@veks.fo

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 7. oktober 2025, kl. 12.00.


Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

– Biritu B. Iversen, deildarleiðara í Heimatænastan Mørkin, á tlf. 793251.

– Tórgerð Jallgrímsdóttir, deildarleiðara í Heimatænastan Korndalsbýlið, á tlf. 793234.

– Helfrid Poulsen, varðastjóra/virkandi leiðari í Heimatænastan Grønanes, á tlf. 793259.

 

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.