Fysioterapeutur í farloyvisstarv

23/07-2026

Søkt verður eftir:


1 fysioterapeuti – farloyvisstarv 1/9-2026-15/8-2027 til terapeutiska toymið hjá VEKS.

Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu.

Sum partur av terapeutiska toyminum hjá VEKS hevur tú tilvísing til terapeutiska leiðaran. Toymið er í løtuni mannað við einum fysioterapeuti, sum leiðara, trimum fysioterapeutum, trimum ergoterapeutum.

 

Endamál

Terapeutiska toymið hevur m.a. til endamáls, at borgarar 67+ í VEKS:

Verða møttir, har tey eru á lívsleið síni.
Í mesta mun varðveita lívsgóðsku sína.
Verða stimbrað likamliga, sálarliga og sosialt.
Varðveita eini góð og innihaldsrík ellisár heima.
Fáa neyðugu endurvenjing og endurmenning.
 

ARBEIÐSUPPGÁVUR:

At veita terapeutiskar tænastur og ráðgeving til borgarar og starvsfelagar.
At viðvirka til trivna og fakliga menning.
At samstarva í einum tvørfakligum umhvørvi.
Sum partur av nýstovnaða terapeutiska toyminum, fært tú møguleika at seta dám á tilboðini, VEKS fer at bjóða borgarum sínum.

Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar og persónligar avbjóðingar, har tú bæði kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við m.a. leiðslu, starvsfólk, borgarar og avvarðandi.

 

FØRLEIKAKRØV:

Prógv og góðkenning sum fysio- ella ergoterapeutur.
Góð samskiftisevni – bæði skriftliga og munnliga.
KT- førleika á brúkarastøði.
Síggja møguleikar í broytingum, borgarum og starvsfólki at gagni
 

SETANARVIÐURSKIFTI:

Starvið verður at seta pr. 1. sep. 2026 ella eftir nærri avtalu, og verður lønt smb. sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya/Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið og  Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

UMSÓKN:

Umsókn saman við prógvum, góðkenning, og CV skulu sendast til veks@veks.fo og viðmerkjast “Terapeutur í VEKS”.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin tann 21. august 2026 klokkan 12.

Samrøður verða í viku 35-36 ella eftir nærri avtalu.
 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Saritu V. Vesturtún, leiðara tlf. 793244,  ella við telduposti til veks(a)veks.fo.

VEKS ynskir at veita somu tænastur til sama tørv. VEKS veitir tænastur til borgaran eftir einum samskipaðum leisti (integreraðari skipan), har ymisku tænastueindirnar skulu virka í samljóð hvør við aðra.

Meira kunning um VEKS sæst á heimasíðu okkara veks.fo.