Nýggjur stjóri í VEKS

08/12-2023

Páll á Reynatúgvu verður stjóri í VEKS

Eldrasamstarvið í Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar-, og Sunda kommunu, VEKS, hevur sett Páll á Reynatúgvu í starv sum stjóra fyri økið.

Fyrr í ár setti stýrið í VEKS nýggja langtíðarætlan fyri eldraøkið fyri at framtíðartryggja okkara eldru eina neyva og dygdargóða tænastu. Í hesum sambandi hevur VEKS søkt eftir stjóra, sum skal mynda nýggju leiðina og vera við til at styrkja og menna økið.

- Tað hevur stóran týdning eftir mínum tykki at vera meira framsíggin og byrja at loysa tær avbjóðingar longu nú, sum liggja fyri framman við fólkasamansetingini. Nýggja kósin, sum VEKS hevur sett út í kortið, er nýhugsan, sum fangaði mín áhuga og tí bjóðaði eg meg fram til starvið.

Páll á Reynatúgvu hevur heilsufakliga útbúgving sum fysioterapeutur og diplomútbúgving í heilsuleiðslu og frálæru. Hann hevur drúgvar royndir við leiðslu í politisku skipanini sum borgarstjóri, nevndarformaður í SEV, løgtingslimur, løgtingsformaður og landsstýrismaður, tá hann m.a. hevði yvirskipaðu ábyrgdina av eldraøkinum.

- Eg las til fysioterapeut og tók eina leiðsluútbúgving í heilsu, tí dreymurin var frá byrjan av at arbeiða innan heilsuøkið, men so fór eg upp í politikk og var har í 25 ár. Tað eru tó hollar royndir, sum saman við mínari heilsuligu vitan og førleikum kunnu gagna økinum. Nú gleði eg meg at heilsa uppá starvsfólk og vera við at føra VEKS fram á leið.

Páll á Reynatúgvu tekur við starvinum 1. januar 2024.

VEKS ynskir Páll hjartaliga vælkomnum.