Korndalsbýlið 25 ár

11/03-2024

Í samband við, at Korndalsbýlið verður 25 ár 8. september, varð ein festivalur kunngjørdur at vera hendan dagin.

Eisini var kunngjørd ein navnakapping fyri festivalin og inn komu 18 uppskot. Saman við borgarstjóranum í Eiðis kommunu var semja í trivnaðarnevndunum í ávíkavist  kommununi og Korndalsbýlinum, at velja navnið Foratónar.

Uppskotið eigur Emmy Kruse Lie.

Um hugskotið til navnið sigur Emmy:

Korndalur og Hólmin eru nógv brúkt. Tá sambýlið er á Foravegi, helt eg, at Foratónar klingaði væl.

Vit takka Emmy fyri uppskotið og ynskja henni tillukku við vinninginum, sum eru 2 armbond til Foratónar ’24.