VEKS hevur farnu vikurnar havt 120 starvsfólk á skeiði í fyrstuhjálp!

20/03-2024

Tað er deildarleiðarin á Korndalsbýlinum, Tórgerð Jallgrímsdóttir, sum eisini er instruktørur í fyrstuhjálp, ið hevur staðið fyri skeiðnum.

Skeiðið er ein liður í at fáa fyrstuhjálp á eitt trygt og varandi støði í VEKS. Ætlanin er at skipa fyri regluligum og afturvendandi skeiðum. Málið er 3. hvørt ár.

Skeiðini eru liður í yvirskipaða málinum um viðlíkahald og menning av fakliga grundarlagnum í VEKS 

‘Við at miðja móti støðugari læru og førleikamenning, gerst VEKS ein tryggari tænastuveitari, hjá okkara borgarum’, sigur Páll á Reynatúgvu, stjóri í VEKS.