VEKS fær nú intraskipan!

18/06-2024

Leiðslubólkurin í VEKS, fekk mánamorgunin innleiðandi kunning um innanhýsis samskiftis og kunningarskipanina, INTRA, sum verður sett í verk eftir summarfrítíðina, fyri allan starvsfólkabólkin.

Intraskipanin er enn ein liður í at samansjóða ymisku starvsfólkaliðini í VEKS, og harvið skipa eina meira einsháttaða tænastu fyri alt tænastuøkið í VEKS.

Skipanin er keypt frá Intra, og brøðurnir Jaspur og Reimund Langgaard stóðu fyri byrjanarundirvísingini.