Eldraleikir á Eiði
25/08-2025Ein stuttligur dagur fyri eldri.
Talan er um ein serligan eldradag, har heimabúgvandi pensjónistar, ið ganga til liðvenjingar í VEKS, kunnu koma til ein stuttligan og aktivan dag við ymiskum kappingum og fáa ein bita aftaná.
Tað verður kappast í stafettum av ymiskum slag; sláa seym, minnast ting, byggja torn úr ymiskum lutum, ella kasta/lofta/halda ymiskum o.m.a. Málið er fyrst og fremst at hava tað stuttligt saman.
Tiltakið verður skipað í samstarvi við Tórshavnar kommunu, NB fysioterapi og Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy.
Vit gleða okkum at savnast til ein stuttligan og ørvísi dag saman.