VEKS – 10 ár

09/06-2025

Fyrilestur: Maskering sum umsorganarháttur.

Barbara Egilstrøð, Post.doc | PhD | Cand.scient.san.publ.

Hóskvøldið 19. juni kl. 19.00 verður fyrilestur í Kollshøll á Eiði, um hvussu avvarðandi skipa gerandisdagin við demens. Fyrilesturin tekur støði í ritgerðini hjá Barbaru Egilstrøð um sama evni.

Eftir fyrilesturin, sum tekur ul. ein tíma, verður drekkamunnur og kaka, umframt høvi til spurningar og prát um evnið.

Fyrilesturin er ókeypis og øll eru vælkomin!