Fastalávint á Korndalsbýlinum

19/02-2026

Tunnusláttur var á skránni um morgunin har børnini frá barnagarðinum Korndalsgarði komu niðan at sláa tunnu. Tey fingu grýlubomm og fastulávintsbollar. Tey vóru ógvuliga fegi um dagin. Kattakongurin var ógvuliga erpin av at hava vunnið.


Seinni um kvøldið kom dansifelagið á Látrinum á gátt, hetta var eisini ein hugnalig løta. Drekkamunnur og fastulávintsbollar vóru sjálvandi eisini at fáa. Grýlur komu eisini á gátt seinni um kvøldið, tær fingu sjálvandi grýlubomm. Men tær vóru meira smædnar og runnu undan myndamanninum.