Jólahugni á Mørkini

10/11-2026

Á Røktarheiminum á Mørkini eru tey so smátt farin at fyrireika seg til jólini. Starvsfólkini í Niðaru Lon hava skipað fyri hugnaligari løtu, har bæði eldri og yngri gjørdu ymiskt jólaprýði.

Eftir ætlan verður hetta prýðið selt á árligu jólasøluni hjá Mørkini, sum verður í næstum.