Eldradagur á Miðnámi
18/02-2026Sangur, fyrilestur, hugni og samvera.
Skipað verður fyri einum eldradegi á Miðnámi leygardagin 28. februar klokkan 15.00. Tiltakið er ætlað øllum í aldrinum 60 ár og eldri.
Tað eru limirnir í eldraráðnum í VEKS, sum skipa fyri. Nógv gott og viðkomandi er á skránni, og tiltakið er ókeypis.
Skráin:
Kl. 15.00 Jens H. Jensen, formaður í eldraráðnum hjá VEKS bjóðar vælkomin
Kl. 15.10 Felagssangur
Kl. 15.15 Lív Mikkelsen frá Alzheimerfelagnum greiðir frá um demens og um at vera avvarðandi
Kl. 15.45 Ólavur Højgaard og Niels Olsen framføra tveir sangir
Kl. 16.00 Kaffisteðgur
Kl. 16.30 Frida J. Dam, ráðgevi í Kvinnuhúsinum, greiðir frá um ymisk sløg av harðskapi í parløgum og nærsambondum
Kl. 17.00 Ólavur Højgaard og Niels Olsen framføra tveir sangir
Kl. 17.10 Jonhard Mikkelsen greiðir frá um gomlu Fitjahúsini, framtíðarætlanir og vísir myndir
Kl. 17.40 Jákup Andreasen, nevndarlimur í eldraráðnum, tekur samanum
Kl. 17.50 Felagssangur


