Varastjórin í VEKS lokið diplomútbúgving í leiðslu
15/06-2026Helfrid Kruse Poulsen hevur drúgva starvsleið í VEKS, og hevur nógvu síðstu árini verið deildarleiðari, eindarleiðari, og er nú varastjóri í VEKS.
Helfrid er nærløgd, arbeiðssom og semjusøkjandi í sínum virki, og hevur stórt álit millum sínar fakfelagar.
Beinleiðis spurd um hvat hon hevur fingið burturúr leiðslulestrinum, sigur hon: eg havi fingið fleiri amboð at arbeiða við í mínum dagliga arbeiði sum varastjóri. Í mun til sjálvleiðslu, starvsfólkaleiðslu, og strategiska leiðslu. Tað er lættari at seta í gongd nýbrot, tá ein hevur amboð til allar avbjóðingar í starvinum. Harumframt hevur útbúgvingin ment mær evnini til reflektión í gerandisdegnum, og um organisatiónina eg dagliga eri partur av.
VEKS ynskir Helfrid Kruse Poulsen, varastjóra, hjartaliga tillukku við útbugvingini, við vón um væla samstarv framyvir.


