Væleydnaður starvsfólkadagur hjá VEKS

15/06-2026

Starvsfólkini hjá VEKS vóru herfyri á einum virknum og hugnaligum starvsfólkadegi. Á skránni var ein gongutúrur niðan á Kollin við frásøgumanninum Jan Thomsen, felags døgurði og joga.

Vegna veðurforsøgnina varð dagurin framskundaður. Hóast broytingina møttu nógv starvsfólk, og dagurin eydnaðist sera væl.

Starvsfólkadagurin endurspeglaði væl visiónina hjá VEKS um eitt virkið og gott lív alt lívið. Við rørslu, samveru og góðum upplivingum varð dentur lagdur á týdningin av at varðveita førleikan og sjálvbjargnið, so vit kunnu búgva heima og liva tað lívið, vit ynskja, sum longst.