Korndalsbýlið á ferð í Spania

06/06-2023

Korndalsbýlið á ferð í Sparia í mai 2023

Í 5 ár hava starvsfólkini á Korndalsbýlinum á Eiði, saman við búfólkum og teirra avvarðandi, skipa fyri ymiskum tiltøkum, fyri at savna pening til eina uttanlandaferð.

Avgjørt varð at fara at vitja Sólorku í Albir í Spania frá 4 til 11. mai. Hóast ein er lamin, situr í koyristóli, ella er 94 ár, so er ein túrur til Spania ongin forðing.

19 fólk vóru í ferðalagnum, og tey eru øll sera væl nøgd við túrin, og kundu gott fari avstað aftur í morgin, um so var.

Útferðir og annað, sum var fyriskipað vóru hesi:

Vitja varð í eini appelsinplantagu, har øll heintaðu appelsinir og fingu nýpressað appelsinjuice. Sjálvt um tað ikki ljóðar av nógvum, so var tað eitt satt upplivilsi.

Vitja varð í aldargomlu fjallabygdini Guadalest, sum einans hevur 200 íbúgvar. Har var vitja á matstovu, har vit royndu ymiskar brellbitar, so sum grillaðan høgguslokk, innbakaða skinku og Sangria drykk. Eisini varð keypt ymiskt souvernir í charmerandi handlunum runt í bygdini.

Ein dag vóru øll á strondini og síðan á pizzamatstovu aftaná. Vitja varð í nærum hvørjum handli á veg heimaftur – koyristólarnir vóru væl lessaðir av innkeypsposum.

Eitt kvøld vóru øll á matstovuni Santorini til 3 rættaða matskrá.

Stórur sølumarknaður er hvønn sunnudag, og sjálvandi bleiv hann eisini vitjaður.

Sólorka skipaði fyri 2 sangløtum fyri ferðalagnum frá Korndalsbýlinum. Tað fyrra kvøldið var Terji Johannesen frá bólkinum Blátt Gras, sum spældi undir til felagssang. Seinna kvøldi vóru tað Country kongurin Hallur Joensen, poppstjórnan Beinir Troest og Guitarsnidlingurin Terji Johannesen, sum sungu og spældu.

Eitt av hæddarpunktunum á túrinum, var stóra dansikvøldi við einum sponskum tónleikabólki. Har vóru øll á dansigólvinum – eisini tey sum sótu í rullistóli svingaðu við. Eitt framúr kvøld.

Annars varð hugnað, etið, svomið og sóla sær.

Sólorka gjørdi ein framúr arbeiði, m.a. við at leiga røktasengur, koyristólar, lyftir og onnur hjálpitól.

Sólorka skal hava eina stóra tøkk og stórt rós frá okkum øllum á Korndalsbýlinum fyri allan túrin í síni heild.