Søkt verður eftir kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi

29/01-2026

Kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna í VEKS

 

Søkt verður eftir:

  • 1 kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi til Heimatænastuna í VEKS

 

Talan er um spennandi og mennandi starv, har tú at arbeiðir í tvørfakligum umhvørvi.

Starvsbrøkur 1,0 – ella eftir avtalu.

Starvið er dagvaktir, tilkallivaktir og triðjahvørt vikuskifti.

Starvsbyrjan 1. mars 2026 ella eftir nærri avtalu.

 

Arbeiðsstaður

Er á/út frá Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum í Vestmanna og Kvívíkar Kommunu.

 

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Veita kliniska sjúkrarøkt.
  • Gera røktargongd til borgarar.
  • Miðla og fylgja upp á røktargongdir.
  • Palliativa sjúkrarøkt.
  • Vegleiða og undirvísa starvsfólkum.
  • Hava samrøður við borgarar og avvarðandi.
  • Vegleiða lesandi.


Førleikar 

  • Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.
  • Hevur góð evnir at samskifta.
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
  • Góðan telduførleika.
  • Koyrikort til persónbil.
  • Síggja møguleikar í broytingum, borgarum og starvsfólki at gagni.
  • Lønarviðurskifti.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til:

veks(a)veks.fo

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 20
FO-350 Vestmanna

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. februar 2026, kl. 12.00.


Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:

- Sunrid á Borg, deildarleiðara, á tlf. 217479

 

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.