Jólahugni og nýtt samstarvsráð

15/12-2025

Jólahugni á Korndalsbýlinum

Mikudagin 10. desember var árliga jólahaldið á Korndalsbýlinum. Hetta afturvendandi tiltakið var, sum vant, sera hugnaligt. Vanliga er tað samstarvsráðið, ið skipar fyri tiltakinum.

Húsfólk og avvarðandi høvdu eina deiliga løtu saman. Boðið var upp á drekkamunn og mandlurís. Tað serliga var, at tvær mandlur skuldu vera í mandlurísinum, men ein nissa hevur helst tikið aðra, tí tá ið alt var etið, var bert ein mandilgáva latin. Hin mandlan varð ongantíð funnin. Jólamaðurin, konan og ein lítil, fitt jólanissa vóru eisini á vitjan og høvdu pakkar við sær til húsfólkið og børnini, ið vóru komin á vitjan – kanska var tað júst tann lítla nissan, sum tók mandluna við sær á vegnum avstað aftur?

Jólaevangeliið varð lisið, eins og ein jólasøga. Eisini vóru jólasangir sungnir, og harmonikuspæl var at hoyra. Tað er altíð so hugnaligt at savnast eina ferð um árið til jólahald, og hetta verður sjálvandi aftur á skrá næsta ár.

Nýtt samstarvsráð

Í hesum sambandi varð eisini eitt nýtt samstarvsráð valt. Ráðið er samansett av tveimum húsfólkum, tveimum avvarðandi og tveimum starvsfólkum.

Endamálið við samstarvsráðnum er sambært reglugerðini:
§ 15. Á hvørjum røktarheimi og eldrasambýli verður valt eitt samstarvsráð, sum hevur til endamáls at tryggja samstarvið millum búfólk, avvarðandi og heimið.
Stk. 2. Samstarvsráðið kann ráðgeva og vegleiða leiðsluni á røktarheiminum ella eldrasambýlinum og skipa fyri tiltøkum, sum kunnu gera gerandisdagin hjá búfólkunum meiri virknan bæði á heiminum og í nærumhvørvinum.
Stk. 3. Ráðið verður mannað við einum búfólki, einum umboði fyri avvarðandi og einum starvsfólki.
Stk. 4. Samstarvsráðið skipar seg sjálvt, og ger innanhýsis starvsskipan.

Tey, ið vórðu vald hesa ferð, eru Hans Egil Joensen, Elisabeth Ellingsgaard, Majken Stember, Paula Ellingsgaard, Anna Sofía Kristiansen og Karin Eidesgaard. Tey sita í tvey ár, og tá verður nýval. Vit takka teimum, ið nú eru farin úr samstarvsráðnum, fyri teirra arbeiði.

Børn frá Korndalsgarði gingu Lusia og sungu

Fríggjadagin 12. desember gingu børnini úr barnagarðinum Lusia. Hetta eru tey sera glað fyri og vóru eisini sera spent. Tað er hjartanemandi at síggja, hvussu fegin húsfólkið verður av slíkum vitjanum. Hetta eru heilt serligar stjørnuløtur, sum vit fegnast um og sum eru so gevandi.

Eldragudstænasta

Guðstænasta verður í Eiðis kirkju 17. desember, og tá fer kórið Sangfuglarnir at framføra. Korndalsbýlið bjóðar teimum yvir til holukøkur og gløgg aftaná. Hetta hevur verið eitt afturvendandi tiltak í fleiri ár, og tað er nakað, vit vóna og ynskja, heldur fram eisini framyvir.