Søkt verður eftir kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi
29/01-2026Kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna í VEKS
Søkt verður eftir:
- 1 kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi til Heimatænastuna í VEKS
Talan er um spennandi og mennandi starv, har tú at arbeiðir í tvørfakligum umhvørvi.
Starvsbrøkur 1,0 – ella eftir avtalu.
Starvið er dagvaktir, tilkallivaktir og triðjahvørt vikuskifti.
Starvsbyrjan 1. mars 2026 ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðsstaður
Er á/út frá Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum í Vestmanna og Kvívíkar Kommunu.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- Veita kliniska sjúkrarøkt.
- Gera røktargongd til borgarar.
- Miðla og fylgja upp á røktargongdir.
- Palliativa sjúkrarøkt.
- Vegleiða og undirvísa starvsfólkum.
- Hava samrøður við borgarar og avvarðandi.
- Vegleiða lesandi.
Førleikar
- Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.
- Hevur góð evnir at samskifta.
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
- Góðan telduførleika.
- Koyrikort til persónbil.
- Síggja møguleikar í broytingum, borgarum og starvsfólki at gagni.
- Lønarviðurskifti.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til:
ella
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 20
FO-350 Vestmanna
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. februar 2026, kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:
- Sunrid á Borg, deildarleiðara, á tlf. 217479
Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.


