Læruríkur dagur við Palliativa toyminum
12/11-2025Palliativa toymið hjá Heilsuverkinum hevur í dag sett hol á eina landsumfatandi rundferð, har tey fara at vitja øll eldraøkini í Føroyum við einari spennandi og fakliga áhugaverdari skrá um palliatión.
Rundferðin byrjaði við vitjan hjá VEKS og Vesturvón, har 55 starvsfólk vóru savnaði í Heimistovu á Mørkini. Millum luttakararnar vóru terapeutar, sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar, umframt sjúkrarøktarfrøðingar frá kommunulæknaviðtalinum í økinum.
Endamálið við rundferðini er at styrkja fakliga førleikan og samstarvið millum palliativa toymið, eldraøkini og kommunulæknaviðtalurnar, soleiðis at borgarar, sum hava tørv á palliativari røkt, fáa eitt samanhangandi og virðiligt tilboð, har tey eru.
Dagurin eydnaðist sera væl, og luttakararnir fingu bæði nýggja vitan og førleika til arbeiðið. Eisini varð dentur lagdur á týdningin av tvørfakligum samstarvi og samskifti í palliativari røkt.
VEKS takkar hjartaliga fyri møguleikan at leggja karmar fyri dagin og rættir eina serliga tøkk til Palliativa toymið fyri eina sera góðan og gevandi dag.


