Røktarheimið á Mørkini 20 ár! 

21/05-2026

Í ár eru 20 ár liðin, síðani Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi lat upp.

Røktarheimið hevur í tvey áratíggju verið ein fastur partur av eldrarøktini í økinum og karmur um gerandisdagin hjá nógvum búfólkum, avvarðandi og starvsfólkum.

Í sambandi við 20 ára dagin verður skipað fyri almennum føðingardagshaldi á Mørkini leygardagin 23. mai kl. 15.00.

Føðingardagshaldið er eitt høvi at líta aftur á árini, sum farin eru, og at takka teimum, sum á ymiskan hátt hava verið partur av heiminum – bæði búfólkum, avvarðandi, starvsfólkum og øðrum, sum hava havt tilknýti til Mørkina.

Øll eru vælkomin at koma framvið og vera við til at halda dagin.


Skráin fyri dagin er hendan:


Bjóða vælkomin – Birita, deildarleiðari á Mørkini.
Sangframførsla – Signar í Homrum, eitt lag.
Føðingardagsrøða, Borgarstjórin í Sunda kommunu, Eyðstein Zachariasen.
Føðingardagsrøða – Páll á Reynatúgvu, stjóri í VEKS.
20 ára merkisdagar hjá 4 starvsfólkum. (Hesar hava starvast her síðan húsið lat upp.
Fáa handað gávu frá VEKS.
Fáa handað gávu frá avvarðandi fakfelagi.
Starvsfólk fáa høvi at bera fram røðu.
Sangframførsla – Signar í Homrum, eitt lag.
Drekkamunnur.

 

Verið vælkomin!