Røða – Mørkin 20 ár
27/05-2026Góðan dagin øll somul og hjartaliga tillukku við Mørkini. Tøkk fyri løturnar saman við teimum sum farin eru, og tøkk øll tit mongu sum hava starvast hér við lív og sál. Øll avvarðandi við.
Tað er so hugaligt at koma á Mørkina og at vera her. Blíð og fyrikomandi andlit taka ímóti einum. Nøgdsemi sæst á hvørjum eygnabráði. Stórt sæð hvørja ferð verða starvsfólkini róst til skíggja, og umstøðurnar somuleiðis. Her er lætt at kenna seg sum heima, tí tilveran bjóðar tær innar.
Búfólkini eru grundarlagið og tilverurætturin hjá heiminum, men starvsfólkini eru virksemið sjálvt, og sálin í arbeiðinum.
Hér eru frálíkir karmar at lyfta tænastuna til okkara eldru, og Mørkin er eisini frálíkur karmur um ein styrktan fakligan førleika.
Fyri ein part av okkum er Mørkin eldri enn 20 ár.
Sum táverandi landsstýrismaður, gjørdi eg eina lóg í samstarvi við kommunurnar, sum heimilaði at veita stuðul til røktarheims og sambýlisbygging, eftir at onki røktarheimspláss hevði verið bygt í meira enn 10 ár.
Politiska upplandið, í tí sum í dag er Sunda Kommuna lá ikki á boðunum, og m.a. Heðin Zachariasen og Jógvan Mørkøre, vóru altráðir eftir at fara undir bygging av røktarheimi hér í Stremnesi. Hettar hevur verið í 2002/2003, fyri 23/24 árum síðani.
Eftir eitt sindur aftur og fram um snið, stødd og kostnað, valdi eg sum landsstýrismaður at stuðlað byggingini av Mørkini.
Eitt fyrimyndarligt samstarv, vid einum lítlum minusi. Stigtakararnir høvdu gloymt at boði landsstýrismanninum við tá fyrsta flagið skuldi loysast. Hesum spurdist mest skemt burturúr. Kongarnir í Sundalagnum eru ikki so at syfta.
Tað er sjáldan at tú í politikki sær tíni egnu børn fara til gongu. Men tað kennist fjálgt at standa hér í dag sum stjóri og halda dagin saman vid tykkum.
Sundalagið kann vera stolt av Mørkini, og teirri tænastu ið verður veitt til eldra ættarliðið her.
Og tað er ein av kjarnuuppgávunum í lívinum. At bera aftur umsorgan, hjálp og nærveru til tey sum løgdu lunnar undir okkara tilveru. Tað er sáttmálin millum ættarliðini.
VEKS er sum kommunal heilsutænasta í støðugari menning, og málið er altíð at gerast betri. Vit hava lagt stóran dent á at ment røkt og rehabilitering farnu 2 árini, og nú gera vit miðvís átøk at menna tænastuna til okkara dementu borgarar.
Stýrið fær stórt rós, fyri nýggja kós á økinum, og játtan sum fylgir kósini.
Tilgongdin hevur kravt nógv av okkara dugnaligu starvsfólkum, og takk skulu tit hava fyri góðan hugburð, og stútt og støðugt arbeiði. Tit eru gullið í skipanini.
Upp undir føðingardagar verður ofta spurt hvat tú ynskir tær í føðingardsgsgávu.
Í hesum einastandandi vakra umhvørvinum, kann eg ikki lata vera við at dagdroyma viðhvørt. Og ein dreymur er at Mørkin fær víðari ræsur bæði inni og úti til demens og rehabilitering. Ein demensbygd hevði verið eitt nýbrot, sum klæddi ambitiónunum her í økinum.
Hér at enda.
Gabriel Garcia Marquez, kolumbianski nobelvinnarin orðar seg soleiðis um tað at gerast eldri.
Vit steðga ikki at fylgja okkara dreymum tí vit gerast gomul, hinvegin so gerast vit gomul av ikki at fylgja okkara dreymum.
Góðan føðingardag!
Páll á Reynatúgvu, stjóri


