• Gunnleygur Clementsen, stjóri á Vitlíkisstovuni
    VEKS

Landsnet hevði ársfund

01/06-2026

Fríggjadagin 29. mai 2026 hevði Landsnet ársfund har stjórar, leiðarar og úrvalsbrúkarar í Landsneti høvdu møguleika fyri at luttaka.

Landsnet er felags KT-kervi hjá almennum stovnum, sum KT Landsins rekur. Tað savnar KT-rakstur, trygd, support og aðrar KT-tænastur í eina felags loysn.

Á skrá var millum annað evnið “Vitlíki á arbeiðsplássinum: Hvat er best hjá stovnum at gera nú?” Har greiddi Gunnleygur Clementsen, stjóri á Vitlíkisstovuni, frá rákum innan vitlíki og vísti á góð amboð at brúka. Hetta er eitt øki, sum gongur skjótt fram, og tí er tað týdningarmikið, at VEKS fylgir við og fær innlit í, hvussu vitlíki kann brúkast skilagott og trygt á arbeiðsplássinum.

Á fundinum varð eisini kunnað um virksemið í Landsneti og arbeiðið við at menna felags KT-loysnir til almenna geiran.