VEKS betrar tænastuna við fleiri fakfólkum, og í morgun var móttøka fyri teimum nýsettu

01/03-2024

Stýrið fyri VEKS samtykti farna summar at broyta virkisætlanina fyri VEKS, har størri
dentur skuldi leggjast á at lyfta fakligu styrkina, leiðsluna, og tað fyribyrgjandi arbeiðið, alt
fyri at fáa eitt betri eldratilboð til borgaran.
Hettar arbeiðið er væl á veg, nú VEKS setur fleiri nýggj starvsfólk. Og í morgun skipaði
VEKS fyri móttøku av øllum teimum nýsettu starvsfólkunum. Páll á Reynatúgvu, nýsettur
stjóri, og Helfrid Kruse Poulsen, eindarleiðari, bjóðaðu á Mørkini vælkomin.
VEKS væntar at økja fakligu dygdina og harvið tryggja borgaranum eina uppaftur betri
røktar og viðgerðartrygd. Eisini verða fakfólkini fleiri at lyfta tænastuna allan sólarkringin,
og alt árið.
Umframt at menna vitanina um heilsuførleikan hjá eldru borgarum okkara, er okkara greiða
mál at vit skjótt og væl lofta tí tørvi, sum eldri borgarin í VEKS hevur á røkt og venjing,
sigur Páll á Reynatúgvu stjóri í VEKS. Vit vilja málrætta virksemið móti at borgarin, býr í
egnum heimi, og at vit veita so nógva og góða tænastu og ráðgeving har sum gjørligt.
Vit ynskja at vera eitt spennandi arbeiðspláss, har faklig dygd, og góður trivnaður, styrkja
førleikan hjá borgaranum at virka og trívast í egnum heimi.
Tí seta vit nú í starv fleiri nýggjar sjúkrarøktarfrøðingar, terapeutar, heilsurøktarar,
heilsuhjálparar, og reingerðingsfólk. Við hesum fáa borgarar í VEKS eina betri tænastu, og
betri førleika at liva sum longst í egnum heimi. Tey flestu alt lívið.