Kvøldseta í Frøishøllini í Kvívík
20/11-2025Hósdagin 20/11 kl. 20.00 verður almenn kvøldseta í Frøishøllini í Kvívík, í samband við at VEKS er 10 ár.
Skrá
1. Vælkomin – Hans Jóhann Sørensen, næstformaður í stýrinum fyri VEKS.
2. Rørsluligt innspark.
3. Eg siti so eina – um einsemi á eldraárum, og hvussu vit vinna á kensluni.
Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur.
4. Durita Svarthamar syngur.
5. Te, kaffi og føðingardagskaka.
6. Føroyskur dansur við Norðstreymoyar Dansifelag.


