Sjúkrarøktarfrøðingar til VEKS

18/02-2026

VEKS ynskir støðugt at veita dygdargóða tænastu til okkara eldru borgarar.

Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur og brennir fyri at menna eldraøkið, so hevur VEKS rætta starvið til tín.

Søkt verður eftir:

  • 1 sjúkrarøktarfrøðingi til Korndalsbýlið og útiøkið í Eiðis og Sunda Kommunu , at seta skjótast tilber.
  • 1 sjúkrarøktarfrøðingi til Røktarheimið á Mørkini og útiøkið í bygdunum í Sunda Kommunu at seta skjótast tilber.
  • 1 sjúkrarøktarfrøðingi til Heimið á Grønanesi og útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu, at seta skjótast tilber.

Talan er um fjølbroytt, spennandi og mennandi starv, har tú arbeiðir í toymi saman við sjúkrarøktarfrøðingum, røktarstarvsfólkum, terapeutum og demenssamskipara.

Sum sjúkrarøktarfrøðingur á okkara heimum, verður tú við til at veita dygdargóða sjúkrarøkt og umsorgan til borgarar í gerandisdegnum. Tín uppgáva verður at ganga á odda í menningini og undirvísingi av røktarstarvsfólkum. Somuleiðis er møguleiki fyri, at tú verður partur av okkara útikoyrandi toymi.

 

Starvsbrøkur 1,0 ella eftir avtalu.

Vaktirnar kunnu vera í dag/kvøldvaktum og 3. hvørt vikuskifti við møguligum tilkalli.

 

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Veita sjúkrarøkt.
  • Gera røktargongd til borgarar.
  • Miðla og fylgja upp á røktargongdir.
  • Palliativa sjúkrarøkt.
  • Vegleiða og undirvísa starvsfólkum.
  • Hava samrøður við borgarar og avvarðandi.
  • Vegleiða lesandi.


Førleikar 

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur.
  • Góðan telduførleika.
  • Megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn.
  • Hevur góð evnir at samskifta.
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
  • Koyrikort til persónbil.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS.

Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til:

veks(a)veks.fo

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 20
FO-350 Vestmanna

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 5. mars 2026, kl. 12.00.


Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:

- Tórgerð Jallgrímsdóttir, deildarleiðara í Heimatænastan Korndalsbýlið, á tlf. 793234

- Biritu B Iversen, deildarleiðara í Heimatænastan Mørkin, á tlf. 793251

- Sunrid á Borg, deildarleiðara, á tlf. 217479

 

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.