Frítíðaravloysarar til VEKS
18/02-2026Søkt verður eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðnum 1. juni til 31. august 2026
Talan er um størv innan fylgjandi fakbólkar:
- Sjúkrarøktarfrøðingar
- Heilsurøktarar
- Heilsuhjálparar
- Køks- og vaskifólk
Starvsøkið
- Røktarheimið á Mørkini og økið úti á Streymoynni við Sundalagið.
- Korndalsbýlið og økið úti á Eysturoynni við Sundalagið og við Gjógv.
- Heimið á Grønanesi og økið úti í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.
Setanar- og lønarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarandi fakfelag hjá nevndu fakbólkum.
Upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:
- Mørkin og økið úti á Streymoynni Birita B. Iversen tlf. 793251
- Korndalsbýlið og økið úti á Eysturoynni Tórgerð Jallgrímsdóttir tlf. 793234
- Grønanes og økið úti Vestmanna/Kvívík Sunrid á Borg tlf. 217479
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til:
ella
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 20
FO-350 Vestmanna
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 18. mars 2026, kl. 12.00.


